1500 til 2000 fólk komin í ALS

bannari
1500 til 2000 fólk komin í ALS
Útgjaldsdagur hjá ALS er annar hvør týsdagur, men kanska verður eisini goldið aðrar dagar
Magni á Deild Olsen er stjóri í ALS
 
25.03.2020 - 11:21

Millum 1500 og 2000 fólk eru komin í ALS, síðani løgtingið fyri einari viku samtykti, at ALS skuldi lofta teimum, sum eru send til hús, men ikki eru uppsøgd.

Hetta er metingin hjá stjóranum, Magna á Deild Olsen.

Neyva talið ber ikki til at siga, tí øll eru ikki skrásett enn. ALS hevur 360 teldupostar, sum ikki er latnir upp og avgreiddir enn. Men teir eru við metingini, sum er millum 1500 og 2000 fólk.

Fáa upp í 20.000 kr.

Enn er ikki greitt, hvussu nógv fáa fult gjald, sum er 20.000 kr. um mánaðin. Útgjaldsdagur hjá ALS er annar hvør týsdagur, men kanska verður eisini goldið aðrar dagar. 

Fáa 1000 fólk fult útgjald, kostar skipanin okkurt um 21,6 mió. kr. um mánaðin, tí ALS rindar eisini arbeiðsmarknaðargjøld og eftirløn. Skipanin kom í gildi 12.mars og varar til 30.juni.

Skrivstovan hjá ALS við Tinghúsvegin í Havn er afturlatin og tóm.

Øll starvsfólkini hjá ALS arbeiða heima.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229