Landskassin missir 22 milliónir í vinningsbýti

Landskassin missir 22 milliónir í vinningsbýti
Landið eigur triðingin av BankNordik, men fyribils verður einki vinningsbýti latið
BankNordik hevur aðalfund í morgin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.03.2020 - 14:39

Landið, sum eigur ein triðing av BankNordik, missir pengar, nú fyribils er gjørt av ikki at rinda vinningsbýti fyri 2019.

Ætlanin var annars at lata partaeigarunum 67,2 mió. kr. í vinningsbýti, sjey krónur fyri partabrævið. 

Ein triðingur av 67,2 mió. kr. er 22,4 mió kr.

Í fíggjarlógini fyri 2020 er roknað við 15 mió. kr. í vinningsbýti.

Fíggingargrunnurin frá 1992 umsitur partapeningin hjá landinum í BankNordik.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531