Fýra arkitektavirki sleppa at bjóða

Fýra arkitektavirki sleppa at bjóða
Arbeiðið upp á nýggju útstykkingina í Hoyvík byrjar næsta ár, og pláss verður fyri 100 bústøðum
Nýggja útstykkingin hevur fingið navnið Stórabrekka
 
26.03.2020 - 09:28

Nýggj útstykking skal gerast í Hoyvík, eystan fyri Dalin langa.

Útstykkingin eitur Stórabrekka.

Tórshavnar kommmuna hevur biðið fýra arkitektavirki um tilboð uppá projektering, útbjóðing og projektuppfylging sum heildarráðgeving í sambandi við Stórubrekku. 

Arkitektarnir eru Arkitektar 99, Kontrast, SNA Arkitektar og BRIM Arkitektar. Teir hava fingið freist til 17.apríl. 

Byrja næsta ár

Arbeiðið at stykkja út skal byrja í februar næsta ár. Har verður pláss fyri okkurt um 100 bústøðum.

Útstykkingin verður skipað sum raðhúsabygging, har grund og eldverjuveggir fyrst verða gjørdir, sum einstøku keypararnir síðani seta sín dám á, eins og í býlingunum Millum Gilja og Inni á Gøtu. 

Økið er 55.000 fermetrar. Tað er í 100 metra hædd, so útsýnið er gott.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891