Umvæla Skansabryggjuna fyri 70 mió. kr.

Umvæla Skansabryggjuna fyri 70 mió. kr.
Byggifelagið J&K Petersen, sum ger Skansabryggjuna, skal eisini umvæla hana
 
27.03.2020 - 09:47

Betri trygging vil ikki gjalda fyri slitnaðu akkersboltarnar í Skansabryggjuni í Havn fyrr enn tað er staðfest, hví teir slitnaðu.

Leitað verður eftir orsøkini, meðan skaðin verður umvældur.

Og byggifelagið J&K Petersen, sum ger Skansabryggjuna, skal eisini umvæla hana.

Arbeiðið fer at kosta góðar 70 mió. kr.

15.oktober í fjør varnaðust froskmenn, at fleiri akkersboltar vóru slitnaðir. Tá vóru 300 metrar av bryggjukanti lidnir.

Fyrri partur av Skansabryggjuni skuldi latast 22.oktober.

250 metrar av bryggjukanti vóru eftir at gera tá, og hetta arbeiðið fer í gongd aftur um stutta tíð, sigur Tórshavnar býráð.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025