Vænta nakrar avreiðingar í vikuni

Vænta nakrar avreiðingar í vikuni
Eisini á Fiskamarknaðinum er óvissan stór, nú koronasjúkan herjar
Onkuntíð hava telefonirnar á Fiskamarknaðinum gingið heitari, enn tær gera í løtuni
 
30.03.2020 - 11:46

Fiskamarknaðurin væntar nakrar avreiðingar í hesari vikuni, hóast óvissan er stór í fiskivinnuni í sambandi við koronasjúkuna.

Fiskamarknaðurin segði í gjár, at bara trý línuskip eru úti. Tey fiska tosk, hýsu og longu, og koma inn síðst í vikuni.

Sera ivasamt er, nær skipini fara útaftur. Øll frystilínuskipini eru úti. 

Góður streymur

Um útróðurin sigur Fiskamarknaðurin, at streymurin er góður, men veðrið og korona gera, at ikki verður so nógvur útróður.

Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er heldur frægari nú. Eitt garnaskip kemur inn í dag, og hini bæði koma seinni í vikuni.

Um skip og bátar, sum royna við troli, sigur Fiskamarknaðurin, at ein djúpvatnstrolari er úti.

Hann fiskar millum annað stinglaks og avreiðir fyrst í vikuni.

Partrolarar brúkiligt fiskarí

Partrolararnir eru teir flestu úti. Fiskaríið er brúkiligt, sigur Fiskamarknaðurin. Teir avreiða sum vikan líður.

Tveir trolbátar fiska norðanfyri. Báðir fiska tosk og so nakað av hýsu, upsa og flatfiski. Báðir landa fyrst í vikuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961