Kvinna varðhaldsfongslað fýra vikur aftrat

Kvinna varðhaldsfongslað fýra vikur aftrat
Kvinnan, sum er skuldsett fyri kynsligan ágang móti dóttur sínari, sum nú er 18 ár, er skuldsett fyri fimm brot á revsilógina
 
08.04.2020 - 16:17

Skuldsetingarnar, sum eru neyvari nú, enn tá kvinnan var í grundlógaravhoyring fyri 11 døgum síðani, umfata tíðarskeiðið 10.desember 2016 til 3.august 2019, uttan tann eina, sum fevnir um tey trý árini frá 10.desember 2016 til 10.desember 2019. Í 2016 var gentan 15 ár.

Hóast kvinnan hevur játtað seg seka í tí mesta, tá politiið hevur avhoyrt hana, tók hon ikki støðu til sektarspurningin í rættinum í dag. Hon kundi tó játtað okkurt, men verri enn so alt. 

Dómarin avgjørdi, at ikki er loyvt at endurgeva tað, sum er sagt í rættinum í dag. Tað bað ákærin um, og verjin mótmælti ikki. Endurgevingarforboðið er ásett fyri at verja partarnar í málinum. Skuldsetingarnar eru tó undantiknar forboðnum. 

At misnýta annans sálarsjúku ella sálarliga menningartarn gongur aftur í skuldsetingunum. Og blóðskemd er eisini við. Blóðskemd kann geva upp í seks ára fongsulsrevsing.

Kvinnan varð varðhaldsfonglað í fýra vikur afturat í dag. Hon skal sambært tí vera í varðhaldinum til 6.mai. Verjin mótmælti, at varðhaldið varð longt, og úrskurðurin hjá Føroya rætti er kærdur til Landsrættin.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672