Boris Johnson er í batning

bannari
Boris Johnson er í batning
Bretski forsætisráðharrin er framvegis í viðgerð á sjúkrahúsið í London fyri koronasmittu, men støðan batnar, upplýsir Downing Street
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
09.04.2020 - 14:21

Viðgerðin riggar væl, og í gjár setti Johnson uppundir seg í songini, sigur Downing Street.

Forsætisráðharrin skal framhaldandi verða í intensivari viðgerð, men hann hevur góðar vónir.

- Hetta er ein áminning um, at virusið kann raka okkum øll, sigur Rishi Sunak, kunningarfólk í Downing Street.

Johnson fær sonevnda iltviðgerð, men andar sjálvur. 

55 ára gamli Boris Johnson fekk staðfest koronavirusið fyri nærum tveimum vikum síðani, og seinasta sunnukvøld varð hann innlagdur. Tað eru nógvar atfinningar ímóti Borisi Johnson og háttinum sum hevur verið nýttur at basa korona-smittuni. Ført verður fram, at stjórnin bíðaði alt ov leingi, - til 23. mars, við at seta neyðug tiltøk í verk. 

Áðrenn tað segði Boris Johnson, at hann ikki ræddist virusið, og at hann fór at halda fram við at taka í hondina á fólki.

Seinu tiltøkini gera, at fleiri onnur fólk í stjórnarumsitingini eru smittað, - millum annað ráðgevin hjá Borisi Johnson, Dominic Cummings, og innanríkisráðharrin, Mark Hancock. Cummings er í sóttarhaldi, meðan Hancock er vorðin frískur aftur. Unnustan hjá Johnson, Carrie Symonds, hevur eisini verið illa sjúk við korona-sjúkueyðkennum.

Uttanríkisráðharrin, Dominic Raab, stýrir landinum, meðan Johnson er sjúkur, - men hann hevur avmarkaða heimild. Hann kann ikki koyra stjórnarlimir frá, og hann skal ikki halda vikuligan fund við Elizabeth drotning, eins og forsætisráðharrin skal. 

Tað er eisini ógreitt, hvør hevur myndugleikan til at leingja ella strika tilmælini í Bretlandi, tá tey fara úr gildi eftir páskir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483