Týskland letur varliga uppaftur

bannari
Týskland letur varliga uppaftur
Týskland fyrireikar í løtuni at strika fleiri av korona-tiltøkunum 19. apríl
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
09.04.2020 - 16:12

Reuters skrivar, at fyri at tað skal bera til, hava myndugleikarnir ein lista við krøvum, sum skulu tryggja, at talið av smittaðum ikki veksur.

Tvey at týdningarmestu krøvunum eru, at øll, sum fara uttandurða skulu bera munnbind, og í sambandi við nýggjar smittutilburðir, skulu slóðirnar eltast neyvt, skrivar Reuters. 

Avmarkingin fyri, hvussu nógv fólk kunnu savnast verður framvegis galdandi. 

Treytin fyri at myndugleikarnir slaka í smittuverndartiltøkunum er, at smittutalið er niðanfyri EIN. Við øðrum orðum, at hvør smittaður persónur í miðal breiðir smittuna víðari til minni enn ein persón. Fyri at tað skal bera til, mugu myndugleikarnir finna meira enn 80 prosent av persónunum, sum ein nýliga smittaður hevur verið í sambandi við seinastu 24 tímarnar, vísur útrokning.

Málið er, at afturfyri skulu skúlar lata uppaftur eftir lokalari meting, og eftirlitið við landamarkið minkar. 

Týskland hevur eisini gjørt av, at øll, sum koma til landið, skulu í sóttarhald í 14 dagar, upplýsir týski innanríkisráðharrin, Horst Seehofer. 

Týskland er eitt av londunum í Evropa við flest staðfestum koronatilburðum, men at lutfalsliga fá eru deyð av virusinum. Meira enn 100.000 eru smittað, men umleið 1.500 eru deyð av koronavirusinum, sambært Worldometer. Týskland er eisini eitt at londunum, sum hava kannað nógv samanborið við onnur lond.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751