Sleppa stevning orsakað av COVID-19

bannari
Sleppa stevning orsakað av COVID-19
Fimm reiðarí í Íslandi hava tikið aftur stevningina móti íslendska statinum í sambandi við ósemju um býtið av makrelkvotum árini frá 2011 til 2018
 
19.04.2020 - 14:33

Tað skrivar íslendska kringvarpið, RÚV. Sjey reiðarí stevndu statin í felag og kravdu 470 milliónir danskar krónur í endurgjaldi. 

Í fráboðanini frá teimum fimm reiðaríunum stendur, at avgerðin at taka seg úr stevningini er grundað á  ávirkanina sum covid-19 fer at hava á íslendska landskassan.

– Samhugi og dirvi hava eyðkent okkara samfelag seinastu vikurnar og mánaðirnar. Nú eru øll noydd at arbeiða saman, stendur m.a. í fráboðanini. 

Reiðarí mist stórar inntøkur

Eskja, Gjørgur, Ísfélag Vestmannaeyja, Loðnuvinnslan og Skinney-Tinganes, eru tey fimm reiðaríini, sum hava slept stevningini. Hini bæði reiðaríini eru Vinnslustøðin og Huginn ehf.

Ìslendski staturin varð stevndur í fjør, tí hann, sambært stevningini, hevði útlutað kvotur eftir skeivum upplýsingum, og at reiðaríini tí mistu stórar inntøkur. 

Bjarni Benediktsson, fíggjarmálaráðharri, boðaði fyrr í vikuni frá, at hann væntar, at staturin vinnur sakarmálið, men hevði tað tó kortini hent, at staturin tapti, hevði endurgjaldið til reiðaríini ikki verið rindað við skattgjaldarans peningi, men fíggjað við inntøkum frá fiskivinnuni sjálvari. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666