Vænta nógvan útróður

Vænta nógvan útróður
Fiskamarknaðurin væntar nógvan útróður nú í vikuni, tí bæði streymur og veður eru til vildar
 
20.04.2020 - 08:19

Annars eru bara tvey vanlig línuskip úti, men øll frystilínuskipini fiska. Bara ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap, hann fiskar stinglaks.

Hjá partrolarunum eru fimm pør úti, trý teirra fiska gulllaks. Allir trolbátarnir eru norðanfyri. Teir fiska tosk og hýsu og so eisini nakað av flatfiski.

Fiskiskapurin er brúkiligur. Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er brúkiligur, sigur Fiskamarknaðurin. Øll fiskavirki eru opin, men tey hava niðursetta arbeiðsorku.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435