Hundar leita eftir koronusmittuni

bannari
Hundar leita eftir koronusmittuni
Riggar hetta, vænta granskararnir, at hundarnir kunnu brúkast í kanningararbeiðnum, sum longu er í gongd
Claire Guest, sum er leiðari í Medical Detection Dogs, saman við hundinum Daisy
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
21.04.2020 - 10:23

Í Bretlandi arbeiðir ein bólkur av granskarum frá London School of Hygiene and Tropical Medicine, og felagsskapurin Medical Detection Dogs, saman, um at venja upp servandar hundar, soleiðis at teir kunnu hjálpa í stríðnum móti koronufarsóttini, sum herjar um allan heim.

Endamálið er, at hundurin skal kunnu lukta, um ein persónur er smittaður av virusinum ella ikki. Servandir hundar eru fyrr nýttir til at lukta og finna aðrar medisinskar diagnosur sum diabetes, parkinson, malaria og enntá eisini krabbamein.

- Arbeiðiði hjá okkum fyrr hevur víst, at hundar kunnu finna lukt frá fólki við malaria neyvt, sigur James Logan, professari, í tíðindaskrivi, sambært CBS.

Logan vísur á, at langt er eftir á mál, og fyribils vita granskararnir ikki, um virusið hevur ein serliga lukt.

- Men vit vita, at aðrar sjúkur í andingarleiðini broyta kropsluktin hjá okkum, og tí er møguleiki fyri, at hendan eisini ger tað, sigur Logan.

Riggar hetta, vænta granskararnir, at hundarnir kunnu brúkast í kanningararbeiðnum, sum longu er í gongd, og at tey kunnu lukta upp í 250 fólk um tíman.

- Í roynd og veru, so eru vit vís í, at hundarnir kunnu lukta seg fram til covid-19, sigur Claire Guest, doktari, og stovnari  av Medical Detection Dogs.

Sambært granskarunum, kunnu hundarnir eisini uppdaga broyting í kropshitanum hjá fólki. Tað merkir, at teir kunnu siga, um onkur hevur fepur. Mælt verður tí til, at hundarnir verða brúktir til ferðafólk í floghavnum fyri at eyðmerkja, um persónarnir, sum koma til landið, hava fepur ella ikki.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585