Búskaparligu avleiðingarnar skulu granskast

Búskaparligu avleiðingarnar skulu granskast
Granskingarráðið hevur játtað stuðul til eina verkætlan um ávirkanina av COVID-19 á fiski- og alivinnu og avleiðingar fyri føroyska búskapin
 
24.04.2020 - 14:53

Tað er Unn Laksá, ph.d. og leiðari fyri nýstovnaða Sjókovanum, sum er verkætlanarleiðari. Hinir luttakararnir eru Magni Laksafoss frá Sjókovanum og Zvonko Mrdalo frá Fróðskaparsetrinum.

Játtaðar eru 193.000 krónur til verkætlanina. Hetta er fjórða umfar av stuðli frá COVID-19 átakinum, og nú hava tilsamans 11 verkætlanir fingið játtað góðar 2,3 milliónir krónur.

 >> SÍ EISINI Hálv triðja millión til korona-gransking

Tað ber enn til at søkja stuðul til korona-tengdar granskingarverkætlanir, tí Granskingarráðið hevði 2,98 milliónir krónur at lata í samband við COVID-19. Góðar 600.000 krónur eru tí eftir.

Tað er eingin ávís freist ella umsóknarblað, og umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær verða móttiknar. Møguleikin heldur fram, til tøka játtanin er uppi, skrivar heimasíðan gransking.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129