Breddin: Dagstovnar og WHO

Breddin: Dagstovnar og WHO
Føroyskir sálarfrøðingar fýlast á, at teir og námsfrøðingar ikki vórðu tiknir upp á ráð, tá dagstovnarnir lótu uppaftur
 
29.04.2020 - 11:45

Nú er hálv onnur vika farin, síðani dagstovnarnir lótu uppaftur.

Nýggjar leiðreglur, smærri bólkar og herd krøv vórðu sett í verk fyri at tryggja, at koronasmittan ikki skal fáa fótafesti í samfelagnum aftur. 

Men hvussu er støðan? Hvussu megna námsfrøðingarnir at arbeiða eftir teimum nýggju leiðreglunum og byrgja fyri smittuni?

Koronaráðgeving

Í eini roynd at hjálpa  kommununum at seta gongd aftur á hendan partin av samfelagnum, varð ein koronaráðgeving sett á stovn, mannað við serfrøðingum, ið skuldu vegleiða stovnum og kommunum at lata dagstovnarnar uppaftur.

Nú fýlast sálarfrøðingar á, at hvørki teirra fakbólkur ella námsfrøðingar vórðu tiknir upp á ráð, tá avgjørt varð at lata stovnarnar upp. Føroyskir sálafrøðingar vísa eisini á, at børn kunnu fáa sálarligan skaða.

Í Breddanum í dag viðgera vit støðuna á dagstovnaøkinum og vantandi ráðgevingina.

WHO

Alheims heilsustovnurin, WHO, hevur gingið á odda í stríðnum móti korona. Men ikki øll lond, eru so fegin um tilráðingarnar frá ST-stovninum, og hava lagt aðrar ætlanir, enn WHO hevur mælt til.

Og fyrr í mánaðinum hótti Donald Trump, amerikanski forsetin, við at steðga fíggingini av stovninum, tí hann heldur, at heimsheilsustovnurin var ov seinur á sjóvarfallinum, og tí ikki megnaði at steðga sjúknui.

Hvat er WHO, og hvat er endamálið við stovninum?

Breddin í útvarpinum eftir tiðindini klokkan 17.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809