Herdar regur um sóttarhald

Herdar regur um sóttarhald
Nú fáa øll, sum koma til Føroya, greið boð um at fara í sóttarhald í 14 dagar
Leiðreglurnar um sóttarhald eru herdar
 
04.05.2020 - 08:31

Á midnátt komu nýggju leiðreglurnar um sóttarhald fyri fólk, sum ferðast til Føroya í gildi.

Broyttu mannagongdirnar hava við sær, at øll sum ferðast til Føroya, fáa ein faldara við greiðum boðum um at fara í heimauppihald í 14 dagar. 

Tey ferðandi verða eisini framhaldandi biðin um at lata myndugleikunum persónsupplýsingar at nýta sum partur í ”smittuuppsporingini”, og eisini fer sóttarhaldstoymið at seta seg í samband við tey fyri at vita, hvussu tey hava tað, dagarnar í heimauppihaldi. 

Faldarin er á føroyskum, donskum og enskum.

Eftir 14 dagar í heimauppihaldi, kunnu øll ferðast frítt í Føroyum, men sjálvsagt við virðing fyri almennu tilmælunum um frástøðu og reinføri, sigur Heilsumálaráðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527