Agnar Nielsen farin

Agnar Nielsen farin
Agnar Nielsen var løgtingsmaður frá 1970 til 1990, og hann var eisini løgtingsformaður í tveimum umførum
Agnar Nielsen var millum tey mongu nýggju løgtingsfólkini, sum vórðu vald fyrstu ferð á valinum í 1970
 
05.05.2020 - 14:00

Agnar Nielsen, fyrrverandi løgtingsmaður og løgtingsformaður, er deyður, 91 ára gamal.

Agnar Nielsen úr Vestmanna var millum mongu nýggju tingfólkini, sum vórðu vald fyrstu ferð á løgtingsvalinum í 1970.

Hann varð valdur fyri Sambandsflokkin í Norðstreymoy, og sat á tingi til 1990, tá hann gavst í politikki.

Í tveimum umførum var Agnar Nielsen eisini løgtingsformaður, frá 1978 til 1979, og aftur frá 1989 til 1990. 

Í 10 ár umboðaði hann løgtingið í Norðurlandaráðnum. 

Agnar Nielsen var útbúgvin skipstimburmaður, og hann arbeiddi eisini sum kavari. 

Agnar Nielsen var stjóri á Vestmanna skipasmiðju frá 1972 til 1981.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375