Kann ikki viðgera mál, sum rætturin hevur avgjørt

Kann ikki viðgera mál, sum rætturin hevur avgjørt
Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, hevur svarað fyrispurningi frá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni
Í 2018 vórðu tveir persónar, sum vórðu ákærdir í Eik-málinum fridømdir. Málið byrjaði í 2012
 
05.05.2020 - 09:20

Danski løgmálaráðharrin, Nick Hækkerup, sigur seg einki kunna gera við tað, at fólk eru ákærd í nógv ár, áðrenn tey so verða frídømd.

Tað er ikki rætt, at fólk bíða so leingi, sigur hann, men hann kann ikki taka upp mál, sum rætturin hevur avgjørt, sigur hann.

Nick Hækkerup hevur svarað einum spurningi frá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni.

Sjúrður Skaale spurdi, um tað er rætt, at fólk eru ákærd í sjey ár, og síðani verða frídømd. Spurningurin er yvirskipaður, um fólk eiga at bíða í nógv ár frá tí, tey eru ákærd, til tey eru dømd.

Dómar í Eik-málinum

Dømið í spurninginum er úr Eik málinum, sum byrjaði í 2012. Ikki fyrr enn í november 2018 blivu tveir ákærdir í tí málinum frídømdir.

Hetta er ikki eindømi í Føroyum, sigur Sjúrður Skaale.

Sjúrður Skaale ætlar tó ikki at sleppa málinum her, hóast ráðharrin hevur svarað.

- Tá fólkatingið aftur fer at virka sum vanligt, fari eg at reisa málið sum eitt spurnarorðaskifti í fólkatinginum, sigur Sjúrður Skaale. 

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303