Menna útbúgvingartilboð til útlendingar

Menna útbúgvingartilboð til útlendingar
Sambært námsætlanini er talan um tríggjar útbúgvingar og seks førleikastig
Frálæruskipanin í føroyskum fyri útlendingar byggir á altjóða viðurkenda CEFR-skipanina
Mynd: Uttanríkis- og mentamálaráðið  
 
12.05.2020 - 09:51

Uppskot er gjørt um námsætlan í sambandi við verkætlanina at menna útbúgvingartilboðið í føroyskum til útlendingar í Føroyum.

Uppskotið er á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum, ummr.fo, til hoyringar.

Hoyringarfreistin er 1.juni.

Tríggjar útbúgvingar

Sambært námsætlanini er talan um tríggjar útbúgvingar og seks førleikastig.

Frálæruskipanin í føroyskum fyri útlendingar byggir á altjóða viðurkenda CEFR-skipanina, sum er ein felags evropisk skipan fyri tey, sum vilja læra nýtt mál sum annaðmál. 

Endamálið er ikki bara at læra útlendingar føroyskt, men eisini geva teimum innlit í føroyska mentan og samfelagsviðurskifti. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542