25 munnligir fyrispurningar í tinginum í dag

25 munnligir fyrispurningar í tinginum í dag
Tingfólk spyrja landsstýrisfólk og løgmann m.a. um koronapakkar, diabetesmiðstøð, Yjóðsavnið og fjarskiftismál
Jenis av Rana, landsstýrismaður, skal svara seks spurningum í tinginum í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.05.2020 - 10:50

Ikki færri enn 25 munnligir fyrispurningar skulu svarast í tinginum í dag.

Sjey spurningar eru til Helga Abrahamsen, landsstýrismann í umhvørvis- og vinnumálum, tríggir eru til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, og tveir eru til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, skal svara trimum spurningum, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, skal svara fýra, og Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, skal svara seks fyrispurningum.

Tingfólk spyrja landsstýrisfólk m.a. um korona og hjálparátøk, um sóttarhald, diabetesmiðstøð, vegagerð, Tjóðsavnið og um fjarskiftismál.

Yvirlit yvir munnligu fyrispurningarnar, sum verða settir í tinginum í dag, sæst her.

Tingfundurin byrjar klokkan 11.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655