Leita eftir myrkatalinum fyri koronusmittu

bannari
Leita eftir myrkatalinum fyri koronusmittu
Úrslitið kemur um eina viku
1.075 blóðroyndir verða greinaðar
 
20.05.2020 - 09:33

Heilsufrøðiliga starvsstovan fer nú at greina 1.075 blóðroyndir fyri andevni móti korunu fyri at finna tað sonevnda myrkatalið fyri koronusmittuna í Føroyum.

Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu bjóðaði 1.500 tilvildarliga valdum fólkum úr øllum Føroyum at vera við í kanningini.

Skotbráið at lata eina blóðroynd var bara nakrar dagar, men yvir 1.000 fólk vildu vera við.

Nakað er síðani, blóðroyndnirnar vórðu tiknar, men tær kunnu nústani greinast, tí greiningartilfarið, sum er úr Kina, er ikki komið fyrr enn nú.

Greiningin er byrjað, og úrslitið kemur um eina viku.

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531