Hava sent boð eftir semingsstovninum

Hava sent boð eftir semingsstovninum
Samráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag eru slitnaðar
Semingsmenninir skulu nú royna semju í sáttmálatrætuni millum arbeiðarafeløgini og Føroya arbeiðsgevarafelag
 
26.05.2020 - 16:23

Samráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag eru slitnaðar, og semingsstovnurin er boðsendur.

Semingsstovnurin hevur fingið freist til hósdagin 4. juni at finna eina semju millum partarnar, boðar Samtak frá.

Sáttmálin millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag gekk út 1. mai, men samráðingarnar byrjaðu seinni enn vanligt, av heilsutilmæli frá myndugleikunum. Nær sjálv semingin verður, er óvist í løtuni

Arbeiðarafeløgini - Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag - hava tey seinastu nógvu árini samráðst í felag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541