Gongst illa at fáa semju

Gongst illa at fáa semju
Terje Sigurðsson, semingsmaður, væntar ikki, at nakað semingsuppskot kemur í dag í sáttmálatrætuni millum Reiðarafelagið og manningarfeløgini
Terje Sigurðsson, semingsmaður
 
27.05.2020 - 13:04

Illa gongst hjá Semingsstovninum at fáa manningarfeløgini og Reiðarafelagið at semjast um nýggjar sáttmálar.

Byrjað varð á middegi í gjár.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, væntar ikki, at nakað semingsuppskot kemur í dag.

Semingsstovnurin hevur longt sáttmálarnar til á midnátt annað hvítusunnukvøld, mánakvøldið 1. juni.

Longdir fleiri ferðir
  
Sáttmálarnir fóru úr gildi 1. apríl, men eru longdir nakrar ferðir síðani tá.

Seinnapartin í gjár slitnaðu samráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og Føroya arbeiðsgevarafelag. Semingsstovnurin og partarnir samdust um at leingja sáttmálarnar til hósdagin 4. juni á miðnátt.

Semingsstovnurin og feløgini hittast í morgin. Men tá verður eingin seming.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655