Vilja hava vanliga ólavsøku, hóast koronutilmæli

bannari
Vilja hava vanliga ólavsøku, hóast koronutilmæli
Eigarafeløg og býarpartar í Havn verða biðin um at skipa fyri ólavsøku, hvørt í sínum øki
Tórshavnar kommuna sigur, at hon vil hava eina so vanliga ólavøku sum gjørligt
 
27.05.2020 - 12:53

Einki tivoli verður á Skálatrøð á ólavsøku.

Og eigarafeløg og býarpartar verða biðin um at skipa fyri ólavsøku, hvørt í sínum øki. 

Tey kunnu søkja um í mesta lagi 10.000 krónur í stuðli til at leiga millum annað tjald og borð.

Tórshavnar býráð fer í annaðkvøld at viðgera eitt uppskot um at játta 715.000 krónur til hesi tiltøk.

Tiltøkini verða tó bara framd, um koronutilmælini framvegis eru í gildi á ólavsøku, millum annað tilmælið um, at í mesta lagi 100 fólk kunnu vera saman. 

Tórshavnar kommuna sigur í skránni fyri býráðsfundin í annaðkvøld, at hon vil hava eina so vanliga ólavsøka sum gjørligt, men vil royna at fáa fólk til at halda ólavsøku við frástøðu. 

Ein arbeiðsbólkur er settur at koma við uppskoti um, hvussu hetta kann gerast.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890