Ósemja um ógoldnar rokningar

bannari
Ósemja um ógoldnar rokningar
Landsverk hevur 90 rokningar, tilsamans góðar níggju milliónir krónur, eftir at avgreiða fyri arbeiði, sum eru gjørd í Glasi
 
29.05.2020 - 08:08

Stór ósemja er um rokningar fyri arbeiði í Glasi fyri slaka hálva sættu millíón krónur. Landsverk hevur 90 rokningar, tilsamans góðar níggju milliónir krónur, eftir at avgreiða fyri arbeiði, sum eru gjørd í Glasi.

Tær eru ikki avgreiddar, tí ósemja er um upphæddina, ella arbeiðið er ófullfíggjað. Í onkrum føri eru rokningar skeivar, men Landsverk hevur enn ikki fingið kredittnotur fyri tær.

SÍ EISINI Glasir: Ógoldnar rokningar fyri 30 mió. kr.

Landsverk hevur upplýst, at 20 prosent av teimum níggju milliónunum, sum ikki eru goldnar enn, eru frá rokningum, sum smærri ósemjur eru um.

Tær verða goldnar so hvørt, semja er fingin um upphæddirnar. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum hevur svarað Høgna Hoydal, tingmanni, sum spurdi, um allar rokningar fyri arbeiði í Glasi eru goldnar.

Umleið 1.300 rokningar

Jørgen Niclasen sigur, at tá Glasir varð handaður í 2018, fekk Landsverk slakar 1.300 rokningar. Nú eru 90 rokningnar eftir. Um 20 prosent teirra eru lítlar ósemjur. 

60 prosent eru rokningar, sum størri ósemjur eru um, 15 prosent eru rokningar fyri arbeiði, sum eru ófullfíggjað, og fimm prosent eru rokningar, sum ikki eru viðkomandi hjá Landsverki, og tí vanta kredittnotur fyri tær.    

Jørgen Niclasen sigur, at ætlanin er at fáa avgreitt tær flestu ósemjurnar um rokningarnar í summar. Í onkrum førum eru ósemjurnar tó so stórar, at tað helst fer at taka longri tíð at avgreiða tær. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558