Russar á fólkaatkvøðu um grundlógarbroyting

Russar á fólkaatkvøðu um grundlógarbroyting
Tekur fólkið undir við broytingunum, kann Vladimir Putin verða sitandi sum forseti til 2036
Vladimir Putin gjørdist fyrstu ferð forseti í Russlandi í 2000, men nú kann hann verða sitandi til 2036
 
01.06.2020 - 17:27

Fólkaatkvøða verður í Russlandi um ein mánað, 1. juli, um broytingar í grundlógini, sum kunnu hava við sær, at Vladimir Putin verður sitandi sum forseti í tvey valskeið aftrat.

Tað upplýsir Putin í dag, sambært tíðindastovuni Tass.

Ætlanin var at hava fólkaatkvøðuna 22. apríl, men hon var útsett, tá korona fór at ganga.

Russiska tingið og grundlógardómstólurin hava longu góðkent broytingarnar í grundlógini.

Kann verða sitandi

Tekur fólkið undir við broytingunum, kann Vladimir Putin stilla uppaftur til forsetavalið bæði i 2024 og 2030.

Tað ber í sær, at 67 ára gamli fyrrverandi yvirmaðurin í KGB kann verða sitandi sum forseti til 2036.

Putin gjørdist fyrstu ferð forseti í árinum 2000, tá hann tók við eftir Boris Jeltsin. Í fýra ár var Putin forsætisráðharri, men eftir tað kundi hann stilla uppaftur til forsetavalið.

Tey, sum finnast at Putin, siga, at broytingarnar, sum forsetin ætlar at seta í verk, eru einki minni enn eitt grundlógarkvett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532