Fáa somu lønarhækking sum tey hjá landinum

Fáa somu lønarhækking sum tey hjá landinum
KAF og Starvsmannafelagið hava gjørt nýggjan lønarsáttmála, sum er galdandi í tvey ár
Súni Selfoss og Annika Olsen hava skrivað undir nýggjan sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið
 
03.06.2020 - 15:53

Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið hava gjørt semju um nýggjan sáttmála.

Nýggi sáttmálin er galdandi frá 1. oktober 2019  til 30. september 2021, og skrivað varð undir hann fyrrapartin.

Fyrra árið fáa starvsfólk í lønarflokki 1-21 795 krónur oman á mánaðarlønina, og starvsfólk í flokki 22-50 fáa 595 krónur aftrat um mánaðin.

Seinna árið fáa øll 2,25 prosent í lønarhækking.

Bachelorstigi

Í semjuni er eisini áseting um ein serstakan bachelorstiga, umframt broyting í flokkingum av deildarleiðarum.

Í skrivi, sum sent miðlunum, ásannar Kommunala arbeiðsgevarafelagið, at búskaparligu útlitini eru óviss í kjalarvørrinum av covid-19, men felagið leggur stóran dent á týdningin av, at lønarlagið hjá limum í Starvsmannafelagnum er eins hjá landi og kommunum.

Fyri at tryggja eins lønarlag fyri limir í Starvsmannafelagnum í kommunalum og almennum størvum, tók Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyrrapartin avgerð um at lata somu lønarhækking, sum Fíggjarmálaráðið læt hesum starvsbólki við semjuni í januar 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751