Matstovur fáa avsláttur frá Rúsuni

Matstovur fáa avsláttur frá Rúsuni
Meirilutin í Vinnunevndini heldur ikki, at tað er neyðugt at broyta rúsdrekkalógina
Meirilutin í Vinnunevndini sigur, at rsdrekkalógin forðar ikki matstovum í at keypa tað vín, teimum lystir, og at samráðast um prís
 
03.06.2020 - 10:56

Rúsdrekkalógin forðar ikki matstovum í at keypa tað vín, teimum lystir, og samráðast um prísin við tey, sum selja teimum vínið.

Harafturat fáa matstovurnar avsláttur hjá Rúsuni, tá tær keypa borðvín har.

Tí er ikki neyðugt at broyta rúsdrekkalógina soleiðis, sum Framsókn mælir til.

Tað sigur meirilutin í Vinnunevndini, samgongumenninir Johan Dahl, Beinir Johannesen, Jákup Mikkelsen og Henrik Old í Javnaðarflokkinum.

Framsókn vil hava lógina broytta, so lættari verður hjá matstovum og ferðavinnuni at keypa vín. 

Mæla til kanning

Meirilutin mælir tó til at kanna, um rúsdrekkalógin skal dagførast. 

Minnilutin, Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi og Bjarni Hammer í Javnaðarflokkinum, mælir eisini frá at samtykkja uppskotið hjá Framsókn. Tey siga tó eisini, at tíðin er komin at eftirmeta og dagføra rúsdrekkalógina.

Bjarni Kárason Petersen í Framsókn mælir til at samtykkja uppskotið hjá Framsókn.

Hann sigur, at tað verður smidligari hjá vinnuni, um hon sjálv kann standa fyri innflutninginum. 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532