Fara undir bakkaverjuna í Kirkjubø í summar

Fara undir bakkaverjuna í Kirkjubø í summar
Bakkaverjan er mett at kosta 2,5 mió. kr., men bara ein millión er játtað í ár
Ólavskirkjan í Kirkjubø er vard móti sjónum við einum verjumúri, sum er frá 1874
 
09.06.2020 - 07:47

Ein ætlan er nú gjørd um bakkaverju í Kirkjubø. Bakkaverjan skal verja fornminnini í Kirkjubø.

Landsverk og Tjóðsavnið hava gjørt ætlanina um bakkaverjuna.

Ætlanin er at gera ein nýggjan breiðari verjumúr framman fyri Ólavskirkjuna, tryggja vegin niðan fyri Kirkjubømúrin við størri verjugróti, og leggja verjugrót fram við bakkanum út til Líkhús, sum er sunnan fyri Múrin, og umvæla verjumúrin har. Talan um 250 metrar av bakkaverju. 

Tað er svarið, sum Heðin Mortensen, løgtingsmaður, hevur fingið frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni.

2,5 mió. kr.

Grót úr Sandoyartunlinum verður ikki brúkt sum verjugrót, tí tað er ikki mett at vera egnað. Men innast í bakkaverjuni kann tað brúkast. Har er talan um 500 rúmmetrar.

Bakkaverjan í Kirkjubø er mett at kosta 2,5 mió. kr. Arbeiðið byrjar nú í summar, men bara ein millión er játtað í ár, so arbeiðið verður ikki liðugt í ár. 

Ólavskirkjan í Kirkjubø er vard móti sjónum við einum verjumúri, sum er frá 1874. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025