Landskassin goldið 1,3 milliardir aftur í láni

Landskassin goldið 1,3 milliardir aftur í láni
Nettoskuldin hjá landskassanum er í løtuni 800 milliónir krónur
1,6 milliardir krónur av láninum verða brúktar at fíggja væntað hall í ár og næsta ar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.06.2020 - 14:55

Landskassin hevur í dag goldið eitt lán aftur, samstundis sum hann hevur tikið ein nýtt lán. Lánið, sum er goldið aftur, er eina milliard og 345 milliónir krónur, upplýsir Landsbankin.

Upprunaliga var lánið, sum varð tikið í juni í 2015, eina milliard og 45 milliónir krónur. Men tað varð hækkað við 300 milliónum krónum í fjør.

Tær 300 milliónirnar vóru saman við tøka gjaldførinum upp á 800 milliónir krónur brúktar til at gjalda 1,1 milliard krónur aftur í juni í fjør. Tá minkaði landskassaskuldin 800 milliónir.

Tikið nýtt lán

Lánið, sum nú er goldið aftur, er afturgoldið við at taka eitt nýtt lán.

Fyrst í hesum mánaðinum seldi landskassin lánsbrøv fyri tvær milliardir og 945 milliónir krónur. Av hesari upphæddini eru ein milliard og 345 milliónir krónur brúktar at gjalda lánið aftur. 

Restin, tað er 1,6 milliardir krónur, verður brúkt til at fíggja væntandi hall á fíggjarlógini í ár og næsta ár, tí koronusjúkan hevur við sær, at útreiðslurnar hjá landskassanum hækka og inntøkurnar minka.

Lánsbrævaskuldin hjá landskassanum er sostatt vaksin úr 3,7 milliardum krónum upp í 5,3 milliardir krónur. Lánsbrævaskuldin svarar til umleið 25 prosent av BTÚ.

Men landskassin eigur 4,5 milliardir í tøkum peningi, so nettoskuldin er 800 milliónir krónur. Tað svarar til umleið fýra prosent av BTÚ.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472