Øll skulu í masku á flogvøllinum

bannari
Øll skulu í masku á flogvøllinum
- Frá í morgin skulu øll ferðandi - bæði komandi og farandi - ganga við góðkendari andlitsmasku á flogvøllinum og umborð á flogførunum
Hesi ferðafólkini úr Malaysia vórðu avmyndað við masku á flogvøllinum í Vágum fyrr í ár. Nú verður hetta gerandiskostur fyri øll ferðandi, sum vitja Vága Floghavn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.06.2020 - 16:11

Tað skrivar Vága Floghavn í kunngerð í dag. Tó so eru børn undir 6 ár og fólk, sum hava trupulleikar við andaleiðini, undantikin hesum reglunum. 

Umframt at ganga við andlitsmasku á flogvøllinum, skulu ferðandi eisini vænta at vera í masku umborð á Føroyaleiðini. 

Nýggju reglurnar koma í gildi í morgin, tá ið Føroyar samstundis verða latnar upp fyri ferðafólki úr Danmark, Grønlandi, Noregi, Íslandi og Týsklandi. Hesi ferðafólk skulu vísa eina negativa koronakanning á flogvøllinum, sum ikki skal vera eldri enn fimm dagar. Men hava tey onga kanning, verða tey kannað á flogvøllinum. 

Skulu føroyingar út at ferðast, skulu tey hava eina váttan fyri, at tey hava bústað í Føroyum. 

Tað verður framvegis ikki loyvt øðrum enn ferðafólki, starvsfólki og viðskiftafólki við serligum ørindum at uppihalda seg inni í farstøðini í Vága Floghavn. Avvarðandi verða biðin um at bíða uttanfyri, eins og hýruvogsførarar og aðrir førarar eisini skulu bíða uttan fyri farstøðina. 

 

Hoyr meira í útvarpstíðindunum klokkan 18.00. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155