Vænta munandi minni hall í ár

Vænta munandi minni hall í ár
Nýggjastu metingarnar vísa, at landskassahallið í ár verður frá 800 milliónum krónum og niðureftir, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at nú eru tey bjartskygdari í Fíggjarmálaráðnum
 
19.06.2020 - 10:34

Hallið í landskassanum í ár verður munandi minni enn væntað.

Tað segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í Breddanum í útvarpinum í gjár.

Í apríl metti Fíggjarmálaráðið, at hallið í ár kundi verða millum 800 milliónir og 1,5 milliardir krónur, sum avleiðing av koronu. Fíggjarmálaráðið metti eisini, at hallið næsta ár kundi verða 500 milliónir kr.

Nú sær fíggjarliga framtíðin bjartari út, segði Jørgen Niclasen í Breddanum.

Nýggjastu metingarnar vísa, at hallið í ár verður frá 800 milliónum krónum og niðureftir, segði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558