Nógvur fótbóltur í dag bæði hjá kvinnum og monnum

Nógvur fótbóltur í dag bæði hjá kvinnum og monnum
Fýra dystir eru í Betrideildini við monnum og fult umfar verður spælt í Betrideildini við kvinnum í dag
Lætti: Patrik Johannesen skeyt sítt fyrsta mál í ár móti HB í áttanda umfari
Mynd: Andri Gerðisá  
 
21.06.2020 - 14:35

Nógvur fótbóltur er á skránni í bestu fótbóltsdeildini bæði hjá kvinnum og monnum í dag.

Í Betrideildini við monnum eru fýra dystir í dag.

KÍ tekur ímóti Skála, B36 vitjar ÍF, TB tekur ímóti AB, og Víkingur vitjar EB/Streym. 

Dystirnir í Klaksvík og Fuglafirði byrja klokkan 15. Í Trongisvági verður byrjað klokkan 15.15, og í Streymnesi ljóðar fyrsta bríksl klokkan 17.00.

Spenningur við Løkin

Í Betrideildini við kvinnum er ein dystur longu spældur. HB vann 2-0 í grannauppgerðini móti B36. Ása Stórá Carlsen skeyt annað málið fyri HB, og hitt var sjálvmál.

Í dystinum millum EBS/Skála og ÍVB var hálvleikstøðan 1-0 til ÍVB.

Við Løkin skal NSÍ royna at steðga góðu gongdini hjá KÍ, sum hevur fult stigatal á fyrsta plássi. Tann dysturin byrjar klokkan 15. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221