Dømdur maður verður ikki varðhaldsfongslaður

Dømdur maður verður ikki varðhaldsfongslaður
Landsrætturin sigur, at hann lýkur ikki treytirnar fyri varðhaldsfongsling, og tí verður hann latin leysur, til hann skal sita dómin
Landsrætturin sigur, at grundarlag er ikki fyri at hava ein mann, sum er dømdur í Føroya rætti, varðhaldsfongslaðan, til hann skal sita dómin
 
24.06.2020 - 16:23

Maðurin í 40-árunum, sum fríggjadagin bleiv varðhaldsfongslaður í Føroya rætti, eftir at verða funnin sekur í at hava misbrúkt stjúkdóttur sína kynsliga, er latin leysur í dag 

Eystari landsrættur heldur ikki, at grundarlag ikki er fyri at hava mannin varðhaldsfongslaðan.

Vanligt er, at fólk verða latin leys, til tey skulu sita dómin. Men í hesum førinum metti dómarin í Føroya rætti, at leggjast skuldi upp fyri almennu rættarkensluni í Føroyum. Tí varð maðurin varðhaldsfongslaður, til hann skuldi sita dómin. 

Maðurin kærdi tann partin av dómin, sum snýr seg um varðhaldsfongslina, til landsrættin.

Dómarin tók aðra avgerð

Tá dómarin í Føroya rætti hevði endurskoðað dómin mánadagin, kom hann til ta niðurstøðu, at grundarlag var ikki fyri varðhaldsfongsling.

Tað góðtók ákæruvaldið ikki, og kærdi nýggju avgerðina hjá dómaranum til Eystara landsrætt, og kravdi samstundis, at maðurin bleiv sitandi í varðhaldi, til landsrætturin hevði gjørt úrskurð í málinum. 

Tað hevur landsrætturin gjørt í dag, og landsrætturin sigur, at maðurin lýkur ikki treytirnar fyri at vera varðhaldsfongslaður. Tí er hann latin leysur.

Maðurin er dømdur til eitt árs fongsul fyri fleiri ferðir at havt framt kynsligan ágang á stjúkdóttrina, tá hon var undir 18 ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595