Hava tikið stevningina aftur

Hava tikið stevningina aftur
Reiðaríið hjá Ennibergi stevndi Fiskimálaráðnum, áðrenn undanfarna samgonga endaliga samtykti sjófeingislógina
Enniberg stevndi í desember í 2017, men nú er stevningin tikin aftur
 
24.06.2020 - 10:29

Reiðaríið hjá Ennibergi hevur tikið aftur stevningina móti Fiskimálaráðnum.

Enniberg stevndi í desember 2017.

Tað var beint áðrenn løgtingið hevði triðju viðgerð um lógaruppskotið um sjófeingi, sum Høgni Hoydal, ið tá var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, legði fram.

Nú er tann lógin farin úr gildi aftur, og ein onnur er komin.

Kravdu 7,4 mió. kr.

Enniberg sigur í stevningini, at Fiskimálaráðið hevði ongan rætt til at taka tíggju prosent av kvotunum í Barentshavinum og selja tær á uppboðssølu, hvørki í 2016 ella í 2017.

Og Fiskimálaráðið hevur heldur ikki rætt til at ognartaka allar kvoturnar í Barentshavinum, fyri síðani at luta part av teimum út aftur til tey reiðarí, sum hava fiskað í Barentshavinum í fleiri áratíggju. 

Eitt so stórt inntriv í virksemið hjá reiðaríunum kann ikki gerast, uttan at boðað verður frá 25 ár frammanundan.

Enniberg hevði eisini krav um endurgjald, 7,4 mió. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037