– Londini mugu finna saman í stríðnum móti koronu

bannari
– Londini mugu finna saman í stríðnum móti koronu
Aðalskrivarin í Heimsheilsustovninum heitir á heimsins lond um at standa saman
 
10.07.2020 - 10:16

Aðalskrivarin í heimsheilsustovninum, WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, biður í inniligari áheitan heimin um at finna saman í stríðnum móti koronuvirusinum. 

Sambært lærda háskúlanum, Johns Hopkins University, vísir yvirlitið, at meira enn 12 milliónir eru smittað higartil, og 550.000 eru deyð av smittuni.

USA ringast rakt

USA, sum mikudagin formliga boðaði frá, at landið fer úr WHO, er ringast rakt við meira enn trimum milliónum smittaðum og meira enn 132.000 deyðum.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur leingi funnist at háttinum, sum heimsheilsustovnurin handfer farsóttina á, og hann leggur WHO undir at vera undir leiðslu av kinesarum.

Á tíðindafundi í gjár segði Tedros Ghebreyesus við grátirødd, at virusið er ikki størsti vandin í sambandi við koronufarsóttina. Tað er vantandi leiðsla og samanhald á alheimsstigi, sum er vandin, segði hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303