Nú skal sundurskiljingarætlanin viðgerast

Nú skal sundurskiljingarætlanin viðgerast
Allar kommunurnar eru bodnar á fund 14. august at viðgera ætlanina hjá landsstýrinum at skilja netið hjá SEV frá øðrum virksemi hjá SEV
 
20.07.2020 - 13:24

Kommunufelagið hevur sent fundarboðini, og tey eru eisini farin til SEV. Týsdagin í farnu viku vóru umboð fyri kommunurnar og SEV á fundi við Umhvørvis- og Vinnumálaráðið og Umhvørvisstovuna.

Fundurin kom í lag eftir áheitan frá Kommunufelagnum, sum hevði frætt, at arbeiðið við at skilja SEV sundur var farið í gongd longu í februar, uttan nakra kommunala luttøku yvirhøvur, sigur Kommunufelagið.

Felagið kann als ikki góðtaka, at hetta arbeiðið verður gjørt uttan um kommunurnar, tí kommunurnar eiga SEV. Kommunufelagið og SEV hava fingið at vita, at eitt sjálvstøðugt interkommunalt lutafelag skal eiga netið.

Landsstýrið skal góðtaka viðtøkurnar

Landsstýrið skal góðtaka viðtøkurnar hjá lutafelagnum. SEV hevur, sum er, loyvi til at reka netið. Feløg, sum gera ella selja streym, millum annað SEV, kunnu ikki eiga netfelagið.

Netfelagið kann ikki eiga feløg, sum gera ella selja streym. Netfelagið skal stovnast í seinasta lagi 31. desember 2021, ætlar landsstýrið. SEV heldur ikki, at ein sundurskiljing setir meira ferð á grønu kósina.

Tvørturímóti kann ein sundurskiljing, sum ikki er nóg væl fyrireikað, hava við sær eina dýrari og meira óstøðuga el-skipan í Føroyum. Lánini, sum SEV hevur, hava eisini ta treyt, at bygnaðurin hjá SEV ikki verður broyttur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609