709 fólk fáa lønarískoyti

bannari
709 fólk fáa lønarískoyti
Skipanin verður í gildi ein mánað aftrat
Arbeiðsloysið er eisini minkað seinastu tíðina, og nú eru 426 fólk skrásett sum arbeiðsleys í ALS
 
31.07.2020 - 08:35

Nú ein mánaður er eftir av lønarískoytisskipanini, eru 709 fólk í skipanini.

Tá flest fólk vóru í skipanini, tað var tann 4.apríl, vóru tey 4.320.

Skipanin kom í gildi 12.mars og er galdandi til 31.august.

406 menn og 303 kvinnur eru nú í lønarískoytisskipanini.

Arbeiðsloysið er eisini minni nú. 426 fólk eru nú skrásett hjá ALS at vera arbeiðsleys. Tey vóru 468 7. og 8.juli.

Hetta er størsta talið síðani 12.mars.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846