14 tilburðir afturat

bannari
14 tilburðir afturat
Annan dagin á rað eru nýggir tilburðir staðfestir í Føroyum
 
05.08.2020 - 10:52

14 nýggir koronutilburðir eru staðfestir í Føroyum í dag. Tað vísa nýggjastu kanningarúrslitini hjá landslæknanum, skriva heilsumyndugleikarnir á corona.fo

Úrslitið byggir á tilsamans 41.459 kanningar, upplýsir Heilsumálaráðið. Tilsamans hava 241 fólk nú fingið staðfest koronusmittuna í Føroyum. 192 av hesum eru staðfest frísk aftur.

49 persónar eru sostatt smittaðir í løtuni, men 32 av smittaðu persónunum eru farnir av landinum aftur. Eitt fólk er innlagt á Sjúkrahúsverki Føroya við koronu.

Landslæknin mælir øllum til at taka støðuna í størsta álvara. Tað er neyðugt, at øll venda aftur til góðu atferðina við góðum reinføri og neyðugu frástøðuni, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558