Fimm tilburðir staðfestir aftrat

bannari
Fimm tilburðir staðfestir aftrat
Í løtuni eru 93 fólk skrásett at hava koronu
Fleiri enn túsund fólk lótu seg kanna fyri koronu í gjár
 
11.08.2020 - 09:29

Fimm tilburðir av koronu aftrat eru staðfestir, nú nærum allar royndirnar, sum vórðu tiknar um vikuskiftið, og nakrar, sum vórðu tiknar í gjár, eru greinaðar. 

Tað vísa nýggjastu hagtølini á korona.fo. Fýra av teimum fimm tilburðunum vórðu staðfestir sunnudagin og ein í gjár.

Sostatt er samlaða talið av smittaðum í løtuni 93. Tilsamans hava 318 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum síðani í vár. 

Enn mangla myndugleikarnir at greina 482 kanningar frá sunnudegnum og fleiri enn 1.000 kanningar, sum vórðu tiknar í gjár. Fleiri enn 1.000 fólk eru í løtuni í sóttarhaldi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162