Serfrøðingur ivast í nyttuni av munnbindi

bannari
Serfrøðingur ivast í nyttuni av munnbindi
Svenski smittuverjuserfrøðingurin, Anders Tegnell, heldur, at bestu ráðini er ta halda frástøðu
Anders Tegnell er umstríddur serfrøðingur. Hann ivast í, hvør nytta er í munnbindum at verja fyri koronusmittuni
 
11.08.2020 - 08:56

Tað er ivasamt, hvør nytta er í maskum ella munnbindum ímóti koronusmittuni.

Tað sigur svenski smittuverjuserfrøðingurin, Anders Tegnell, við týska blaðið, Bild.

Hann vísir á, at hóast lond sum Belgia og Spania hava mælt fólki til at nýta masku ella munnbind í almennu ferðsluni, so økjast tilburðirnir av koronu. Og nú smittan aftur breiðir seg í Aarhus í Danmark, hava myndugleikarnir har mælt fólki til at nýta masku.

Eingi prógv

Anders Tgnell, sigur, at eingi prógv eru fyri, at maska ella munnbind verja fólkímóti smittuni, og tí eru hansara ráð framvegis at fólk halda frástøðu, og ikki koma ov tætt saman.

Hann sigur seg sakna kanningar, sum kunnu prógva, hvør dugur er í maskum ella munnbindum. Fyrr enn tað er greitt, fer hann ikki at mæla svensku myndugleikunum til at biðja fólk nýta masku ella munnbind.

Tilmælið til svensku myndugleikarnar er framvegis at heita á fólk um at halda frástøðu, sigur hann.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576