Eldraøki lata upp aftur í dag

bannari
Eldraøki lata upp aftur í dag
Fyrstu vikuna verður bert loyvt tveimum avvarðandi hjá hvørjum búfólki at vitja
Nú sleppa avvarðandi aftur at vitja á ellis- og røktarheimum
 
19.08.2020 - 13:20

Eldraøkini lata upp aftur í dag, nú tamarhald tykist vera á koronusmittuni í Føroyum.

Tað merkir, at búfólk á eldra- og røktarheimum aftur kunnu fáa vitjan.

Tó verða framvegis nakrar avmarkingar.

Tvey sleppa at vitja í senn

Fyrstu vikuna verður bert loyvt tveimum avvarðandi hjá hvørjum búfólki at vitja.

Minkar smittan enn meira, verður loyvt upp til seks fólkum at vitja hvørja búeind, og tann skipanin kemur í gildi í næstu viku.

Corona.fo skrivar, at eldraøkini heita á tey vitjandi, um at lata seg kanna fyri koronu við jøvnum millumbili, eisini áðrenn tey koma at vitja aftur fyrstu ferð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053