247 mió. kr. í vinningsbýti í 10 ár

247 mió. kr. í vinningsbýti í 10 ár
Í ár hevur landskassin fingið 34 mió. kr. í vinningsbýti frá Føroya Tele
Landskassin hevur fingið umleið 250 mió. kr. í vinningsbýti frá Føroya Tele síðani 2010
 
21.08.2020 - 13:37

Landskassin hevur fingið 247 mió. kr. í vinningsbýti frá Føroya Tele síðani 2010.

Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.

Henrik Old, løgtingsmaður, spurdi hvussu nógv landskassin hevur fingið í vinningsbýti frá Føroya Tele síðani 2010.

Besta ár var í fjør

Henrik Old heldur, at tað er gott at vita, nú tosað verður um at einskilja almenna partafelagið Føroya Tele.

Besta árið var í fjør. Tá vórðu bókaðar 35 milliónir krónur í landsroknskapinum fyri roknskaparárið 2018 hjá Føroya Tele.

Í ár fekk landskassin 34 mió. kr. í vinningsbýti frá Føroya Tele fyri 2019.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846