Gongur illa at samráðast um brexit

Gongur illa at samráðast um brexit
- Sum støðan er, gongur ongan veg, og eg dugi ikki at síggja, at nøkur avtala fæst í lag, segði samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier
 
23.08.2020 - 09:40

Aftur í hesi vikuni hava ES og Bretland samráðst um brexit, og sambært samráðingarleiðaranum hjá ES, kom einki burturúr, og hann heldur, at tað gongur afturá við samráðingunum. Hann sigur seg ivast í, um tað fer at bera til at fáa nakra avtalu.

- Sum støðan er, gongur ongan veg, og eg dugi ikki at síggja, at nøkur avtala fæst í lag, segði samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier, tá partarnir fóru hvør til sítt fríggjadagin.

Nú eru bert góðir fýra mánaðir til bretar endaliga fara úr ES, og enn veit eingin, hvussu viðurskiftini vera ímillum Bruxelles og London eftir tað, skrivar Ritzau.

Hetta samráðingarumfarið byrjaði týsdagin, og skuldi snúgva seg um handil og fiskivinnu.

Bretski samráðingarleiðarin, David Frost, skuldsetur ES fyri at forða fyri loysnum, tí ES tvíheldur um, at ein semja má finnast um fiskivinnuna, áðrenn onnur viðurskifti verða umrødd.

- Tí er so torført at samráðast. Men tað eru nógv onnur viðursakifti at finna semju um, sigur David Frost.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025