Eingin nýggjur tilburður á landi í tríggjar dagar

Eingin nýggjur tilburður á landi í tríggjar dagar
Fimm persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna - tvey liggja á intensivu deild.
 
24.08.2020 - 15:05

Í alt 410 persónar hava nú fingið staðfest Korona í Føroum. Fimm persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna - tvey liggja á intensivu deild. 

Millum tær 529 kanningarnar, sum vórðu gjørdar á landi í gjár, varð eingin nýggjur tilburður staðfestur.

Sostatt er eingin nýggj smitta staðfest innanlands í tríggjar dagar.  

29 sjómenn umborð á russiska trolaranum Yantarnyy hava fingið staðfest Korona - tveir av teimum eru innlagdir á Landssjúkrahúsið.

337 eru staðfest frísk aftur, og í løtuni eru 73 persónar smittaðir.

Úrslitið í dag byggir á í alt 84.934 kanningar. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844