Fleiri ungfólk kolsúrniseitrað í veitslu í Oslo

Fleiri ungfólk kolsúrniseitrað í veitslu í Oslo
Í minsta lagi 24 fólk eru løgd inn á sjúkrahús í Oslo í Noregi fyri kolsúrnis-eitran, sum tey fingu í veitslu í nátt, sum varð hildin í eini holu
 
30.08.2020 - 10:24

Hildið verður, at orsøkin til kolsúrniseitranina er ein diesel-ljósmotorur, sum varð brúktur í veitsluni. Sambært norsku løgregluni, er talan um tekno-veitslu, sum varð hildin í holuni, sum bert hevur eina útgongd, sum er 1 metur til støddar. Tilsamans kundu upp í 200 fólk verða við í veitsluni.

Sjey persónar fáa viðgerð á sjúkrahúsi nú, - og tveir teirra eru løgreglufólk.

- Hetta kundi verið verri. Amfetamin, MDMA, kokain og rúsdrekka vórðu eisini nýtt í veistluni, sigur Arve Røtterud, løgreglumaður við blaðið VG.

Ein patrulja hjá løgregluni sá fyrst fleiri ung ganga í ørviti uttanfyri holuna. Stutt eftir vórðu sjey ung fólk funnin, sum lógu uttan vit. Á Twitter heitir Universitetssjúkrahúsið í Oslo á tey, sum vóru í veitsluni og halda seg verða eitrað, um at fáa hjálp.

Tey, sum skipaðu fyri veitsluni, eru á ólógligan hátt komin inn í holuna, sum var stongd, skrivar nrk. Mátingar hava nú víst, at bert 16 prosent av súrevni var eftir inni í holuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860