Nýggjur bústovnur á Mýrini um tvey ár

Nýggjur bústovnur á Mýrini um tvey ár
Ætlanin er at byggja eitt sambýli til 18 fólk, sum verður mett at kosta 40-42 mió. kr.
Landsstýriskvinnan í almannamálum og onnur fara í morgin at kunna um ætlanin at byggja nýggjan stovn á Mýrini í Hoyvík
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.08.2020 - 11:41

Í morgin verður framløga fyri avvarðandi og grannum um ætlanina at byggja bústovn á Mýrini í Hoyvík.

Framløgan verður á Tjóðsavninum kl.17 í morgin.

Landsverk, MAP arkitektar og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, vera við.  

Ætlanin er at byggja ein stovn, eitt sambýli, til 18 fólk við serligum avbjóðingum á Mýrini.  Tvey sambýli vóru á Mýrini, men tey eru tikin niður, tí tey vóru í so ringum standi. 

Kostar 40-42 mió. kr.

Skipanaruppskotið um nýggja bústovnin á Mýrini var liðugt í september í fjør. Uppskot um verkætlan var liðugt í juli. Mett verður, at verkætlanin fer at kosta 40-42 mió. kr.

Jørðarbeiðið verður boðið út í næstum, sigur Almannamálaráðið.

Høvuðsarbeiðstøkan verður boðin út fyrst í næsta ári.

Ætlanin er, at bygningurin verður liðugur um tvey ár, á sumri í 2022.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595