Frágreiðingin seinkað 14 dagar

Frágreiðingin seinkað 14 dagar
Hetta verður seinasta konjunkturfrágreiðingin hjá sitandi Búskaparráði
Heri á Rógvi er formaður í Búskaparráðnum
 
03.09.2020 - 10:35

Frágreiðingin hjá Búskaparráðnum, sum skuldi koma 1.september, kemur 15.september, sigur formaðurin í ráðnum, Heri á Rógvi.

Lógin um Búskaparráðið sigur, at ráðið ger árliga tvær konjunkturfrágreiðingar, sum verða almannakunngjørdar 1. mars og 1. september. 

Men korona hevur seinkað arbeiðinum hesaferð, sigur formaðurin.

Setan hjá hesum búskaparráðnum endar á nýggjárinum, so hetta verður seinasta konjunkturfrágreiðingin hjá hesum ráðnum.

Í løglistanum, sum kom frá landsstýrinum á ólavsøku, stendur, at lógin um Búskaparráð skal dagførast.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286