Jenis av Rana hittir danska verjumálaráðharran

Jenis av Rana hittir danska verjumálaráðharran
Tað er óvist, um upplýsingar um føroyingar eru endaðar hjá amerikonskum fregnartænastum
Løgmaður hevur biðið landsstýrismannin i uttanríkismálum um at kanna málið, og í dag hittir Jenis av Rana danska verjumálaráðharran
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.09.2020 - 08:49

Enn er óvist, um upplýsingar um føroyingar eru millum teirra, sum fregnartænastan hjá donskum verjuni, FE, hevur givið amerikonsku fregnartænastuni NSA.

Páll H. Vesturbú, stjóri í Neti, sum rekur fjarskiftisnetið í Føroyum, sigur, at FE eigur ikki at hava atgongd til føroyska netið, tí føroyska netið og danska netið eru hvørt sítt.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at hann hevur biðið landsstýrismannin í uttanríkismálum kanna málið.

Jenis av Rana skal hitta Trine Bramsen, verjumálaráðharra, í Keypmannahavn í dag.  

FE hevur givið NSA atgongd til ein kaðal, so NSA kann taka eina rúgvu av rádátum niður við talgildum samskifti hjá donskum statsborgarum. Samskiftið umfatar millum annað telefonsamrøður, teldupostar, sms-boð og kjatt.

Hetta er komið fram í eini kanning hjá TET, sum hevur eftirlit við fregnartænastunum, hevur gjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329