Váðaráðið: Búskapurin hevur klárað avbjóðingarnar

bannari
Váðaráðið: Búskapurin hevur klárað avbjóðingarnar
Útlitini eru kortini óviss, tí gongdin í fiskaútflutninginum er treytað av støðuni á útflutningsmarknaðinum
Nýtslan er vaksin, síðani samfelagið læt uppaftur, sigur Váðaráðið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.09.2020 - 13:08

Føroyski búskapurin hevur sum heild klárað seg væl gjøgnum avbjóðingarnar, sum koronufarsóttin hevur havt við sær.

Tað heldur Føroya Váðaráð, sum hevur havt sín 11. fund, og niðurstøðan er, at tað eru framvegis ikki tekin um systemiskar váðar í føroyska bankageiranum.

Váðaráðið sigur, at koronufarsóttin hevur verið ein negativur stoytur fyri føroyska búskapin, heldur enn ein verulig kreppa, soleiðis sum tað er í fleiri øðrum londum.

Óviss útlit

Váðaráðið staðfestir tó, at útlitini enn eru óviss, tí gongdin í fiskaútflutninginum  er treytað av, hvussu støðan við koronufarsóttini lagar seg á útflutningsmarknaðum.

Tí er ikki óhugsandi, at onkrar fyritøkur fáa trupulleikar í næstum, heldur Váðaráðið.

Men hóast óvissuna, so hava húsarhaldini varðveitt sítt bjartskygni, tí eitt nú hækka sethúsaprísirnir aftur, og nýtslan er eisini vaksin, síðani samfelagið læt upp aftur, sigur Føroya Váðaráð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040