Annar russarin verður útskrivaður

bannari
Annar russarin verður útskrivaður
Hin av manningini á trolaranum Yantarnyy liggur nú á medinskari deild
Tveir av manningini á russiska trolaranum,l Yantarnyy,l vórðu fluttir til Danmarkar í respiratori. Annar verður útskrivaður í morgin, og hin er fluttur á medisinska deild
 
14.09.2020 - 14:04

Annar av russunum, sum varð fluttur til Danmarkar í respiratori tann 25. august, verður nú útskrivaður.

Tað sigur umboðið hjá Yantarnyy í Føroyum, Faroe Ship Agency.

Tann 23. august kom Yantarnyy á Oyrareingir við tveimum sjómonnunum, sum vóru so illa fyri, at teir alt fyri eitt vórðu lagdir inn á Landssjúkrahúsið.

Teir vórðu lagdir í respirator og fluttir til Danmarkar tveir dagar seinni. 

Í dag veit betur við hjá teimum báðum monnunum, og annar verður útskrivaður í morgin. 

Hin verður innlagdur eina tíð aftrat, men er fluttur á vanliga medisinska deild, sigur Jannis Noraitis, frá Faroe Ship Agency.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391