Havnarfólk og argjafólk kæra nú um Yantarnyy

Havnarfólk og argjafólk kæra nú um Yantarnyy
Skipið heldur gang alt samdøgrið, og fólk fáa ikki sovið, sigur felagið Heimafriður
Farmaskipið Silver Copenhagen liggur uttan á Yantarnyy og tekur fiskin frá russiska trolaranum, sum hevur ligið á Havnini síðani 8. september
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.09.2020 - 15:18

Fólk í Havn og á Argjum kæra nú um gang frá russiska trolaranum, Yantarnyy, sum hevur ligið við nýggju bryggjuna í Havn síðani 8. september.

Tað boðar felagið Heimafriður frá.

Skipið heldur nógvan gang alt samdøgrið, og fólk í Havn og á Argjum fáa ikki sovið, sigur Heimafriður.

Rópa varskó

Felagið rópar varskó og heitir á myndugleikarnar um at bera so í bandi, at fólk ikki verða fyri skaðiligum larmi. Felagið biður politikararnar um at síggja til, at fólk fáa svøvnfrið og hvíldarfrið.

8. september fingu fólk í Ánunum boð um, at Yantarnyy var á veg í Norðhavnina at leggja fiskin upp har, og at tað fór at taka tríggjar dagar.

Skipið fór ongantíð til Ánirnar, men hevur ligið við nýggju Skansabryggjuna í Havn síðani, har eitt norskt farmaskip tekur fiskin frá Yantarnyy. 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485